2017-05-25 18:14
FSF: Tað gekk ikki akkurát sum ætlað, tá føroyska U15-landsliðið við dreingjum spældi næsta dystin í Esbjerg Elite Cup, sum í hesum døgum er á skránni í Esbjerg. ??rslitið gjørdist 5-1 til Vejle BK, eftit 1-1 í steðginum.
Einsamalla málið hjá Føroyum skoraði Áki Samuelsen beint fyri hálvleik. Áki fekk bóltin mitt á vøllinum og sett ferð á frameftir. Staddur beint uttanfyri brotsteigin langaði hann til við vinstra beini, og bólturin reyk upp í trý-kantin. Eitt gott mál.
Triðji og seinasti dystur í bólkaspælinum verður spældur fríggjadagin, og tá vera mótstøðumenninir úr Lyngby BK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald