Ítróttur

U14 Dreingir spæla finaluna í morgin

...

2014-08-30 02:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07vestur.fo skrivar:

07 Vestur Dreingir U14 spæla, á Tórsvølli í morgin kl. 10:00, finaluna um Cadbury-steypið. Dreingirnir hava spælt seg í finaluna móti HB, við sigrum móti B68, TB/Royn, og at enda á KÍ í semifinaluni.


Fyrsti dysturin á vegnum var í fyrsta umfarið, har vit møttu B68 á heimavølli. Spennandi gjørdist tað ongantíð, og vit vunnu sannførandi 8-2 sigur. Síðan kom fjórðingsfinalan á Tvøroyri móti TB/Royn, og har hevur tað ofta verið trupult. Tað gjørdist eisini spennandi eina løtu, men vit sluppu heimaftur við einum góðum, tryggum 4-1 sigrið í viðførinum.

Á pappírinum skuldi hálvfinalan í Klaksvík verið ein sera trupul uppgáva, hóast vit tveir mánaðar frammanundan, í 6. umfarið í landskappingini, høvdu hølvað klaksvíkingar á heimavølli, heili 10-1. Miðskeiðis í dystinum, við støðuna 3-2 til okkum, kundi alt hent, men so avgjørdu vit dystin við tveimum málum afturat. KÍ fingu eitt mál afturat í tíðini dómarin hevði lagt afturat, so endaliga úrslitið gjørdist 5-3 til okkum.

Hetta er triðju ferð at 07 Vestur spælir finalu í steypakapping fyri ungdómslið. Fyrstu ferð var við Dreingir 16, tá eitt 07 Vestur/MB felagslið taptið finaluna móti KÍ við Margáir uppá brotsparkskapping, hóast teir vístu seg sum betra liðið ígjøgnum allan dystin. Aðru finaluna leiktu Unglingar, hetta var á Tórsvølli. Teir taptu móti HB í einum sera jøvnum dysti.

Vit ynskja dreingjunum, venjarum, liðleiðarum, foreldrum og annars øllum felagnum góða eydnu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder