JN

Tyrlan var eftir skaddum manni í morgun

...

2018-12-02 20:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Beint fyri klokkan 10 i morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan frá Nýborg, at ein maður var blivin skaddur umborð.

Boð blivu send eftir tyrluni at fara eftir manninum umborð á Nýborg, sum tá var stødd einar 80 fjórðingar eystur úr Føroyum. 

Veðrið var gott á svartkjaftafeltinum um 4 m/s, tað gekk væl at fáa skadda mannin umborð á tyrluna upplýsir vakthavandi á MRCC støðini fyri jn.fo í kvøld.

Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið beint eftir klokkan 12 við manninum sum var blivin skaddur, men ikki í lívsvanda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder