2017-05-11 16:43

Klokkan 12:38 í dag fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein maður var blivin sjúkur umborð á Havbúgvanum, sum er til fiskiskap sunnanfyri Føroyar.
MRCC støðin í Havn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways. Havbúgvin var staddur góðar 80 fjórðingar suður úr Suðuroynni, og var tað fitt av vindi á leiðini. Vindurin var uml 15 m/s, tó gekk tað væl at fáa mannin av Havbúgvanum, og umborð á tyrluna.
maður sjúkur ikki skaðaMaðurin bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið, og var tyrlan har klokkan 15:30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald