JN

Tyrlan varð boðsend tvær ferðir í gjár at flyta sjúklingar

...

2016-06-13 09:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways hevur verið hent hjá MRCC at biði um hjálp í ár, og aftur í gjár var brúk fyri henni. Hon var boðsend tvær ferðir at flyta sjúklingar á Landssjúkrahúsið í Havn.

Tann fyrra fráboðanin kom gjáramorgunin klokkan 05:41, tá eini boð komu til MRCC at ein sjúklingur mátti flytast av Nólsoy og á Landssjúkrahúsið.

Tann seinna fráboðanin kom klokkan 23:10, tá eini boð komu av Sandoynni, at ein sjúklingur mátti undir læknahond.

Bjargingartyrlan hjá Atlantsflog hevur nú gjørt 49 uppgávur fyri MRCC Tórshavn í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder