2019-01-13 22:59

Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways hevur verið nógv brúkt seinastu dagarnar, tyrlumanningin hevur ikki havt minni enn 8 útkøll seinastu 6 dagarnar.
8. januar var sjúkraflutningur úr Froðba.
10. januar vóru sjúkraflutningar úr Froðba og Skúvoy.
11. januar var sjúkraflutningur úr Froðba.
Í gjár var tyrlan við í leitingini eftir ferðamanninum, sum er blivin vekk á Fugloynni. Seinni um dagin var so sjúkraflutningur úr Skopun.
Í dag hevur tyrlan aftur leita eftir ferðamanninum, og eisini hevur ein sjúkraflutningur verið úr Svínoy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald