JN

Tyrlan fór eftir manni ið hevði brotið beinið í Mykinesi

...

2016-06-06 15:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 13:02 í dag fekk MRCC-støðin í Havn eina fráboðan frá løgregluni, at ein maður hevði brotið beinið í Mykinesi.

MRCC Tórshavn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum gjørdi skjótt av. Klokkan 14:04 var persónurin á Landssjúkrahúsinum.

Tyrlurnar hjá Atlantic Airways hava nú gjørt 46 uppgávur fyri MRCC í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder