JN

Tyrlan flutti sjúkling um middagin

...

2016-06-20 22:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um middagsleitið í dag fekk MRCC Tòrshavn eina fráboðanum um, at tað var neyðugt at fáa flutt ein sjúkling av Suðuroynni og á Landssjúkrahúsið.

MRCC Tòrshavn fekk sent tyrluna hjá Atlantsflog eftir sjúklinginum, og tyrlan fór úr Vágum løtu seinni. Tyrlan lendi klokkan 13:43 í Froðba har sjúklingurin var. Tyrlan flutti sjúklingin til Havnar, og lendi har um tvey tíðina.

Á yvirlitinum hjá MRCC Tórshavn sæst, at hetta var uppgáva 53 ið tyrlan hevur gjørt fyri MRCC í ár.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder