2016-07-13 11:07

Í gjárskvøldið fekk MRCC Tórshavn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein sjúkling av Suðuroynni, og á Landssjúkrahúsið í Havn.
Boðini komu klokkan 21:55, tyrlan setti kós úr Vágum og til Froðba. Klokkan 23 lendi tyrlan við sjúklinginum á Landssjúkrahúsinum.
Hetta var uppgáva 62 hjá bjargingartyrluni fyri MRCC í ár. 40 av teimum eru vanligir sjúkraflutningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald