JN

Tyrlan bleiv boðsend í morgun

...

2018-12-26 20:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Klokkan 09:24 í morgun fekk MRCC støðin eina fráboðan um, at ein persónur í Suðuroynni hevði brúk fyri at koma á Landssjúkrahúsið í Havn.

Tyrlan fór eftir persóninum, og hon setti seg í Froðba klokkan 10:06 har hon fekk persónin umborð og flutti hann síðani til Havnar. Tyrlan lendi við Landssjúkrahúsið klokkan 10:27.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder