2017-05-08 22:24

Í dag klokkan 12:11 fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at neyðugt var at fáa flutt ein persón av Suðuroynni, og á Landssjúkrahúsið.
MRCC Tórshavn sendi boð eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum setti kós úr Vágum og suður til Froðba. Bjargingartyrlan lendi í Froðba klokkan 12:43, og fleyg síðani persónin norð á Landssjúkrahúsið har hon lendi klokkan 13:03.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald