2014-07-23 15:56
Tá ið klokkan var farin av 7 í morgun heilsaðust kongaskipini NORGE og DANNEBROG á havnarvág.
Norge, sum hevur ligið á Havnini í samband við at Sonja-drotning hevur vitjað í Føroyum, fór suður á Tvøroyri, har vitjað verður í dag.
Dannebrog, sum er ávegis til Grønlands, skal bunkra á Havnini, skipið loysir aftur kl. 17 seinnapartin.
Myndina hevur Bergleif Brimvík tikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald