JN

Tvey fólk farin á sjúkrahúsið til kanningar

...

2019-01-15 22:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyrr í kvøld hendi eitt ferðsluóhapp beint norðanfyri Kaldbakstunnilin, tá ið ein bilur rendi uppí reyvina á einum øðrum bili. 

Løgreglan stóð og gjørdi ferðslukanningar á staðnum, og steðgar einum taxabili sum er á veg suður eftir, tað sær bilurin sum er aftanfyri ov seint, og rennir síðani uppí reyvina á taxabilinum. 

Frá løgregluni verður sagt, at tvey fólk eru farin á sjúkrahúsið til kanningar, talan er um førarin á bilinum sum rendi á, og so eitt ferðafólk í taxabilinum. Fimm fólk vóru í teimum báðum bilunum tilsamans. Fýra í bilinum ið var árendur, og ein í bilinum sum rendi á.

Bilurin sum rendi á fekk stóran skaða, og taxabilurin fekk ein lítlan skaða.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder