JN

Tvey áhugaverd jarðhitahol í Kollafirði

...

2014-07-04 20:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinnu árini eru borað fleiri hol til jarðhita. Í flestu holum stendur vatnið tætt upp til yvirflatuna, og hetta er tekin um góð jarðhitahol, tí vatn seyrar í rivum í undirgrundini, so hiti alla tíðina verður førdur til holið.


Í nøkrum førum eru holini ???artesisk???, tvs. at vatntrýstið er so stórt, at vatn støðugt rennur upp úr holinum. Ymiskt er, hvussu heitt er í jarðhitaholum, men vanliga er hitastigið um 8-10°C.

Í hesum døgum bora P/F Demich og P/F Jarðhiti fleiri nýggj jarðhitahol. Á Lygnnesi í Kollafirði varð herfyri borað eitt 200m djúpt jarðhitahol. ??r hesum holi rennur nógv vatn, góð 2 tons um tíman, sum er 19°C heitt. Longur úti, á Traðavegi, varð í vikuni borað eitt 165m djúpt hol, og úr hesum holi renna heili 33 tons um tíman, og hetta vatnið er um 26°C.

Um vit hugsa okkum, at hetta vatnið verður nýtt beinleiðis til gólvhita í húsum, og 33 tons/tíman av vatni verða køld úr 26°C til 21°C, svarar hetta til umleið 200kW og er sostatt nóg mikið at hita umleið 65 hús. Hetta er væl at merkja uttan hitapumpu. Hetta heita vatnið er harumframt sera vælegnað til hitapumpu og kann brúkast til rættuliga nógv hús við sera høgum effektiviteti. Herumframt er vatnið úr undirgrundini oftast sera reint og vælegnað sum drekkivatn.

Jarðfrøðingar standa spyrjandi um hetta høga hitastig í jarðholunum, tí vanliga veksur hitastigið bara 2,5°C fyri hvørjar 100m dýpi. Ein møguleiki er, at hesi hol hava samband við rivur, sum ganga djúpari niður í jørðina. Áhugavert er, um nøgd og hiti úr hesum holum verða varandi, og tí fylgir Jarðfeingi gongdini, og støðugar mátingar verða gjørdar.

Kelda: jardfeingi.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder