2017-05-07 10:11

Løgreglan hevur nú handtikið tveir ungar mans afturat í málinum, har ein 37-ára gamal maður gjáranáttina var stungin fleiri ferðir. Í alt eru nú fýra mans handtiknir í málinum, og vaktsjefturin hjá løgregluni sigur við jn.fo, at tað kann gott henda seg at fleiri mans verða handtiknir í málinum, um nú nýggj nøvn koma fram, tá ið løgreglan fer at avhoyra teir báðar mennirnar ið eru handtiknir afturat.
Tann fyrri var handtikin um 21-tíðina í gjárskvøldið, og tann seinni var handtikin í býnum um 4-tíðina í nátt. Løgreglan hevði nøvnini á teimum báðum tíðliga í gjár, men av tí, at løgreglan skuldi stilla hinar báðar, ið blivu handtiknir beint eftir álopið fyri rættin í gjár, máttu teir seta allar kreftir í tað. Vaktsjefurin upplýsir eisini fyri jn.fo, at fólk hava verið ófør at givið løgregluni upplýsingar.
Løgreglan fer at avhoyra hesar ungu mennirnar í dag, og vísir tað seg, at tað er nakað at koma eftir, so fer løgreglan at seta teir fyri grundlógvaravhoyringar.
Teir handtiknu eru kenningar hjá løgregluni.
Løgreglan heldur at vápnini ið eru brúkt móti 37-ara gamla manninum eru knívur, øks og goggari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald