2017-05-06 18:53

Tað var um eitt tíðina í nátt, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at ein maður bløddi sera illa við Landavegin í Havn. Løgreglan tók stutt eftir tað tveir mans, ein 23 ára gamlan og ein 26 ára gamlan, teir báðir hava verið í rættinum í dag til grundlógaravhoyringar, og eru teir skuldsettir í fyrsta umfari fyri drápsroynd, og í øðrum lagi fyri harðskap.
Maðurin í var álopin í nátt er miðskeiðis í 30'inum, og var støðan eina løtu sera álvarslig hjá honum, men eftir at hann kom undir læknahond var støðan stabil.
Løgreglan heldur, at álopsmennirnir hava brúkt knív, øks og gággara.
Keldir: KVF og IN.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald