JN

Tveir mans eru leyslatnir

...

2017-05-08 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Teir báðir ið blivu handtiknir leygarkvøldið og sunnumorgunin blivu í gjár leyslatnir aftur. Teir eru handtiknir í málinum, sum fór fram fríggjakvøldið, tá ið ein 37-ára gamal maður er álopin.

Teir báðir 17 og 18 ára gomlu dreingirnir, blivu koyrdir til grundlógaravhoyringar í gjár, og har ynskti ákærin at varðhaldsfonglsa teir báðar í fýra vikur, men fekk ikki viðhald, og eru teir tí nú leyslatnir aftur, veit kvf at siga.

Referatforboð er ásett til grundlógaravhoyringarnar, sum hava verið.

Tveir aðrir mans sita í løtuni varðhalsfongslaðir í málinum, vápnini ið løgreglan heldur eru brúkt eru knívur, øks og goggari.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder