JN

Tveir hundar dripnir: Løgreglan biður um hjálp

...

2017-05-11 18:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Seinastu tíðina eru tveir hundahvølpar dripnir í Sandavági, løgreglan vil hava hjálp frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt. 

Løgreglan ger kanningar í málinum, og eru báðir hundarnir eisini kannaðir av djóralækna, kanningarnar vísa, at tað eru løstir, ið hevur gjørt at hundarnir eru deyðir.

Jógvan Páll Joensen økisleiðarin í Vágum sigur við jn.fo, at teir báðir dreingirnir ið fyrst vóru undir illgruna ikki eru undir illgruna meira.

Kanningarnar hjá løgregluni eru ikki komnar á mál enn, tí vil løgreglan fegin hoyra frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt óvanligt viðvíkjandi hundahvølpunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder