2015-01-04 23:33

Í dag eru tveir dystir leiktir í Hvonndeildini.
Á Skála tók StÍF ímóti Kyndli. Kyndil vann dystin við 2 málum 21-23, eftir hálvleiksstøðuna 10-15 til Kyndil.Toppskjútti hjá StÍF var Rebekka Justinusssen við 6 málum. Anna Brimnes gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við 9 málum.
Hin dysturin var í Vági, har VB tók ímóti Søljuni. VB vann stórsigur 35-8 eftir at støðan í hálvleikinum var 18-3 til VB. Toppskjútti hjá VB gjørdist Helga Kjærbo við 9 málum, hjá Sóljuni fingu Jórun Gudmundsen og Arnleig Haraldsen 2 mál í part.
Støðan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald