Vinna

Tvær stórar útstykkingar í Runavíkar kommunu

...

2020-06-29 16:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Runavík.fo: Tvær stórar útstykkingar eru komnar nakað væl áleiðis í Runavíkar kommunu. Í Leitinum í Saltangará og suður av Hórheiðum á Skála, har rúm verður fyri meiri enn hundrað búeindum tilsamans.

Leitið
Áhugaðum er fráboðað miðskeiðis í mars mánaða, at tíðarætlanin fyri hesa útstykking nú er hendan:

??? Avhending av 1. byggistigi - mánaðarskiftið apríl/mai 2020
??? Liðugt at spreingja 2. byggistig - um miðjan juni 2020

Fyrsta byggistig varð avhendað, við nøkrum manglum, hin 1. mai 2020. Hesir manglar eru eftirsíðan bøttir, samstundis sum arbeitt verður við at spreingja í 2. byggistigi. Tíðarætlanin fyri fráboðaðu spreingingina heldur ikki og roknað verður nú við, at liðugt verður at spreingja í 2. byggistigi hin 11. august 2020.

Samskifti er við Umhvørvisstovuna, sum hevur verið í økinum og gjørt uppmátingar, og roknast skal við, at matrikuleringin av fyrsta byggistigi verður liðug fyri summarfrítíðina í ár.

Hórheiðar
Tað gongst sum ætlað við útstykkingini suður av Hórheiðum á Skála. Sambært sáttmálanum verður arbeiðið liðugt seint í heyst ??? í oktober/november mánaða.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder