2015-07-08 16:06
Teir fýra klintrarnir Pætur Jørðdal Niclasen, Jóhannus Hansen, John Petersen og Bergur Mikladal fóru av Sandavági mánanáttina um trý-tíðina, við kós móti Trøllkonufingri, har teir høvdu sett sær fyri at náa toppinum.
Tann fyrsti maðurin kom uppá toppin á Trøllkonufingri klokkan 16 í gjár, og fjórði maðurin kom uppá toppin klokkan 18. Eftir at hava dvølt á toppinum í eina tíð, gekk leiðin so niðuraftur.
Klokkan trý í nátt kom so fyrsti maðurin í bátin aftur, Jóhannus Hansen sigur við JN.fo, at um fýra tíðina í nátt vóru teir aftur í báthylinum í Sandavági.
Les eisini: Sikringin helt ikki Jóhannusi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald