JN

Túrur í Vindmyllulundina hjá SEV mánakvøldið 24. apríl

...

2017-04-20 15:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Visit Tórshavn skipar enn einaferð fyri einum túri fyri almenninginum niðan til vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga.

Túrurin verður mánakvøldið 24. Apríl, og tiltakið er ókeypis.


Tilmelding fer fram á tel: 30 24 25, á mail:[email protected],ella við at koma inn á gólvið hjá Visit Tórshavn í Steinatúni.

Kl. 19.00 fer bussur úr Steinatúni niðan í Húsahaga.
Komin niðan, verður farið inn í koplingarstøðina hjá SEV.
Okkurt gott verður til góman og góður tónleikur verður at hoyra frá Lív Næs og Trónda Enni.

Eftir hetta verður fari út til vindmyllurnar og greitt verður stutt frá ljósætlanini í vindmyllunum.
Uml. Kl. 21 koyrir bussurin oman aftur í Steinatún.

Tað er ikki neyðugt at lata seg í tey tjúkku klæðini, tí at túrurin verður fyri tað mesta innandura.

Tað er bert atgongd fyri tey, ið eru við bussinum, so tað ber ikki til at koma við egnum bili.

Tað er sera avmarkað atgongd, so tað er at skunda sær at melda til !

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder