2020-07-07 10:17

Eingin fiskur er boðin út á Fiskamarknaðinum í dag.
METING FYRI VIKU 28, 2020
Samandráttur.
Línuskip: Ein er nýliga byrjaður við Ísland og kemur tísatt ikki at landa í vikuni. Ein er á Íslandsrygginum og kemur at landa síðst í vikuni. Ein fiskar svartkalva eystanfyri og kemur at landa mánadagin. Fýra onnur línuskip fiska mest av longu, toski og brosmu og koma at landa sum vikan líður. Og so er ein á Føroya Banka og fær hann mest av longu og hýsu. Hann landar fyrst í vikuni.
??tróður: Streymurin batnar sum vikan líður og veðri verður eisini brúkiligt, so helst verður nakað av útróðri. Mest síðst í vikuni.
Djúpvatnstrolarar:Bara ein er til fiskarí og fiskar hann svartkalva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald