2014-02-12 22:21
FERÐASAMBAND: Sandoyingar í hópatali vóru møttir til kunnandi fundin á Deplinum í Skálavík, tá floksformenninir og tingmenninir í oynni kunnaðu um tunnilssemjuna, eins og stjórin á Landsverki hevði framløgu um ferðslukanningar, linjuføringar og annað í hesum sambandi.
Fast samband í Sandoynna hevur í mong ár verið eitt hjartamál fyri sandoyingar og politikarar tess, og skal dømast eftir uppmøtingini til kunningarfundin í Skálavík í gjárkvøldið, hevur málið ikki skapt minni áhuga, nú ein loysn er í eygsjón.
Tað mundu vera omanfyri 150 fólk, ið høvdu leitað sær á Depilin í Skálavík, tá stjórin á Landsverki, Ewald Kjølbro, legði fyri við at greiða frá ferðslukanningum, linjuføringum og øðrum tøkniligum upplýsingum í sambandi við teir komandi undirsjóvartunlarnar, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Hetta var sama framløga, sum hann legði fram á kunnandi fundi í Miðlahúsinum fyri eini viku síðani.
Tað vóru valfeløgini í oynni, sum saman við Katrin Petersen, verkætlanarleiðari, ið eisini var orðstýrari á fundinum, ið høvdu tikið stig til kunnandi fundin.
Lagið var gott bæði millum áhoyrarar og við kjakborðið, tá politikararnir vóru sessaði og fingu nakrar minuttir í part til at siga sína hugsan um tunnilssemjuna. Ikki óvæntað søgdu allir seg fegnast og taka fult undir við semjuni.
Tey flestu, sum tóku orðið ??? herundir tingmenninir í oynni ??? søgdu seg viljað ynskt, at Sandoyartunnilin varð gjørdur fyrst. Men her vístu bæði teir og hinir politikararnar á fíggjarliga veruleikan, sum ger tað neyðugt at byggja Eysturoyartunnilin fyrst. Hetta tí hesin tunnilin skal vera við til at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir Sandoyartunlinum.
Landsstýrismaðurin á økinum, Jørgen Niclasen, segði seg vænta, at lógaruppskotið, sum tekur støði í semjuni, verður endaliga samtykt um ein mánaða ella so. Seinni í vár verður so almenna partafelagið stovnað, og síðani verður leiðsla sett, ið fær til uppgávu at fyrireika og útvega fígging til tunnilsætlanirnar, eins og gera ætlanirnar til veruleika.
Sambært tíðarætlanini skal vera koyrandi millum Sund og Skálafjørðin í 2019 og millum Gomlurætt og Traðardal í Sandoy í 2021.
Her eru myndir frá kunnandi fundinum á Deplinum í Skálavík týskvøldið.
Kelda: LV.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald