KVF.fo skrivar: Koyrandi verður bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021. Tað eru allir flokkar á tingi og uttanflokkamaðurin Gerhard Lognberg samdir um
Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur.
Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og tá hann er boraður í gjøgnum, verður farið at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018.
Sambært semjuni verður stovnað eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka báðar tunlarnar. Landið setur tilsamans 400 milliónir kr. í felagið hetta til 2024, sambært langtíðaríløguætlanini.
Um neyðugt kann landið hækka partapeningin ella veita felagnum avmarkaða trygd fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin.
Sambært semjuni kanna felagið eisini taka ábyrgdarlán, og landið skal veita felagnum 10 milliónir kr. í árligum rakstrarstuðli, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýstlu. Hetta svarar til ta upphædd, sum landið í løtuni rindar fyri siglingina við Teistanum um Skopunarfjørð.
Ikki semja um privata loysn
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í tunnilsmálum, ásannar, at semja er ikki um, at Eysturoyartunnilin skuldi verða á privatum hondum burturav. Dentur hevur heldur verið lagdur á at finna eina semju, sum allir flokkar kunnu taka undir við.
Tunnilsmálið hevur verið ein tungur burður, og í summar kostaði tað Kára P. Højgaard landsstýrissessin. Nú eru allir flokkar á tingi samdir um ein leist fyri at byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sum báðir skulu vera almennir. Landsstýrismaðurin heldur, at nú eru allar súðir syftir, og at hetta uppskotið verður samtykt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald