Politikkur

Tunlarnir norður um fjall eiga tørn

...

2020-05-29 20:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

TNF eru mest átrokandi íløgan í Føroyska vegakervinum ??? fólkatal, ferðsla og trygd

Hyggja vit eftir kostnaðinum á ymsu tunlunum, ið skulu avloysa vandamiklar farleiðir, í samferðsluætlanini hjá Landsverk, í mun til fólkatal og ferðslu, er prísurin nógv lægstur fyri TNF. Orsøkin er, at heili 910 fólk búgva norðanfyri fjall og av tí sama eru bundin at hesi einu farleiðini.

Farleiðirnar til Dals (43 fólk), Fámjins (79 fólk) og Tjørnuvíkar (53 fólk) eru eisini vandamiklar farleiðir, sum skulu dagførast, men tað eru nógv færri fólk, ið eru bundin at hesum farleiðum.

Tabellin við tunlunum, úr samferðsluætlanini (sí mynd), vísir, hvat íløgurnar kosta pr. borgara og pr. bil á hesum vandamiklu farleiðum. (Tølini fyri ferðsluna eru metingar, tí teljingar eru bert tøkar frá 2012 á Landsverk.fo).

Her síggja vit t.d. at TNF kosta 430.000 ella 510.000 kr. pr. borgara, ið er bundin farleiðini, meðan Fámjinstunnilin kostar 1.440.000 kr. pr. borgara í Fámjin.

Trygdin er eisini ein avgerandi faktorur fyri raðfesting av tunlum. TNF eru samanlagt 3,8 km av eitt-sporaðum tunli, uttan nakað slag av trygd. Tunlarnir eru samstundis smælstu og lægstu tunlar í Føroyum. Tað er ringt at finna nakað annað vegastrekki í Føroyum, sum er líka afturúrsiglt sum TNF.

TNF eiga ikki at bakka fyri øðrum íløgum aftur

TNF er ein lutfalsliga stór íløga at gera, men tann umberingin kann ikki brúkast longur. Nú eiga teir tørn.

Hyggja vit eftir tabellini, síggja vit, hvussu stórt trýst er á farleiðini norður um fjall.

464 mió. kr. kann ljóða av nógvum pengum í mun til tær 114 mió. kr. sum Fámjinstunnilin kostar (Prísir frá 2018). Eg vil tó enn einaferð undirstrika, at tað búgva 910 fólk norðan fyri fjall og bert 79 fólk í Fámjin.

Eg góðtaki á ongan hátt, at TNF skulu bakka fyri aðrari íløgu einaferð afturat.

Steffan Klein Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder