2013-11-03 16:44
Tummas T. fór í nátt at sigla inn við 950 tonsum av sild. Tummas T. hevur hendan túrin roynt á uml. 65,3N og 1,3V. Tað tekur uml. 1 døgn at sigla av fiskileið suður til Føroyar.
Vit vita ikki í løtuni, hvar Tummas T. skal landa, men helst fer hann á Kollafjørð, har Fagraberg landar í løtuni, tí Fagraberg skuldi verði liðugur, tá Tummas T. kemur á Føroyar. Á Tvøroyri landar Høgiklettur, teir byrjaðu at landa í nátt og hava 1.200 tons.
Les eisini: >>Høgiklettur landar 1.200 tons av sild á Tvøroyri<<
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald