2021-06-30 09:52

Tummas T. kom á Tvøroyri í nátt við 420 tonsum av makreli, sum teir landa til Varðan Pelagic, teir fiskaðu í 1½ døgn.
Tummas T. royndi umleið 50 fj. norður úr Kallinum, har eru tey flestu føroysku skipini - Tróndur í Gøtu, Gøtunes, Finnur Fríði, Fram, Hoyvík, Borgarin, Katrin Jóhanna, Norðingur, Jupiter og Høgaberg. Ímeðan Næraberg og Norðborg hava roynt í altjóða sjógvi á umleið 67N.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald