2013-10-25 23:49
Tummas T. kom á Kollafjørð nú um 18-tíðina í kvøld við 1.100 tonsum av sild, sum verður landað til Faroe Pelagic á Kollafirði.
Skipini royna víða um - Norðborg og Christian í Grótinum royna á 65N og ½V saman við fleiri íslendsum og russiskum skipum. Næraberg er eisini ávegis har norður, teir loystu av Kollafirði um middagin í dag.
Høgiklettur og Fagraberg eru staddir vestur úr Mykinesi.
Les eisini >>Finnur Fríði landar 1.500 tons av sild á Tvøroyri<<
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald