2015-11-25 03:50

Tummas T., sum hevur roynt eftir hvítingsbróðri í Norðsjónum, er í dag farin at sigla til Føroyar við 1.300 tonsum í lastini, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.
Tað er long leið at sigla til Føroyar, teir mettu, at tað koma at taka eitt gott døgn, so teir verða ikki á Fuglafirði fyrrenn í morgin.
Tummas T. sleppir ikki framat at landa fyrrenn hósdagin, tí fyrst skal Finnur Fríði landa.
Les eisini: Finnur Fríði fullfermdur av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald