2014-09-08 04:01
Tummas T., sum landaði í Kollafirði hósdagin og fríggjadagin, kom aftur á feltið norðanfyri leygardagin - teir sigla aftur inn í kvøld við fullari last - uml. 1.200 tonsum av makreli, sum teir hava pumpað frá Jupiter og Trónda í Gøtu.
Tummas T. landar makrelin til Pelagos í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði um 6-tíðina mánamorgunin. Í løtuni landar Høgiklettur 1.100 tons í Fuglafirði, men teir verða liðnir, tá ið Tummas T. kemur.
Tað er av fagrasta veðri norðanfyri - skipini royna øll á uml. 64,5N og 1,5V.
Fleiri russisk skip royna eisini norðanfyri, tey umskipa eisini makrelin í føroyskum havnum - í løtuni eru eini 9 russisk skip inn, tey eru í Kollafirði, Runavík og Klaksvík og harafturat sigla 2 russisk skip inn av feltinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald