TRYGDARSKEIÐ: Í døgunum 30. september - 3. oktober 2013 skipar Landsverk fyri tveimum grundskeiðum undir heitinum: "Vegurin sum arbeiðspláss". Skeiðini verða hildin á Hotel Hafniu.
Skeiðini fara millum annað at geva luttakarunum innlit í hesi øki:
- Lógir og reglugerðir á økinum
- Skelting, merking og fráboðan
- Skeltiætlanir, ábyrgd, eftirlit og samstarv við løgregluna
- Trygdarásetingar fyri vegarbeiðsfólk
- Merkingar av akførum og útgerð
- Greining av ferðsluóhappum
- Ferðslutrygd sum heild
Skeiðslongdin er 2 dagar, og skeiðini verða hildin hesar dagar:
Skeið I: 30. september - 01. oktober
Skeið II: 02. - 03. oktober
Undirvísingin skiftir ímillum fyrilestrar, kjak og bólkauppgávur, har arbeitt verður við ítøkiligum dømum frá vegarbeiði. Skeiðini enda við eini roynd. Luttakarar, ið standa royndina, fáa prógv, ið er galdandi í 5 ár.
Skeiðini eru ætlaði verkfrøðingum, teknikarum, løgreglufólki, entreprenørum, vegformonnum og øðrum, ið hava vegin sum arbeiðspláss.
Skeiðshaldarar eru: Finn Engelbrecht Ruby, løgreglumaður, Københavns Politi og Knud Pedersen, sivilverkfrøðingur.
Kostnaðurin er kr. 6.500 fyri hvønn luttakara. Íroknað prísin er kostur, skeiðstilfar og prógv. Til ber at tekna seg til skeiðini við at senda teldubræv til Rúnu Hjelm, Landsverk:[email protected]
Upplýsið navn, arbeiðsstað, starvsheiti, teldubústað, skeiðsnummar og p-tal. Seinasta freist at tekna seg til skeiðið er týsdagin 24. september. Skeiðsgjaldið verður goldið á konto nr.: 9181-1282206 ella 6460-431480. Minnist til at upplýsa navn á luttakara og skeiðsnummar, tá ið goldið verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald