Ítróttur

Trygd og 07 Vestur í samstarvi um Gentur 17

...

2014-05-13 02:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samstarvi við Trygd hevur 07 Vestur fyri fyrstu ferð meldað til í fótbóltskappingini hjá Gentum 17. Hetta samstarvið tryggjar gentudeildini eitt veruligt og trygt grundarlag, nú 07 Vestur satsar uppá gentusíðuna.

Eisini er avtala gjørd við venjara fyri komandi trý árini. Tað er brasiliumaðurin Alexandre da Silva Braga, ella bara Silva, sum hevur átikið sær hetta heilt fram til og við kappingarárið 2016. Avtalan umfatar eisini Futsal-innandurakappingarnar í vetur, har genturnar, stuðlaðar av Trygd, skulu luttaka.

Formaðurin í 07 Vestur, Jarnhold Nattestad, fegnast um avtaluna við tryggingarveitaran Trygd og góða samskiftið og vælviljan umboð teirra, Katrin Jacobsen, hevur víst felagnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder