Lýsing

Trý størv eru leys at søkja hjá Vørn

...

2016-06-16 12:02 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
??FULLTIKIN DEKKARI TIL V??RN-FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ

Tvey størv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn-FVE, verður hervið lýst leyst.

Starvstíðin sum ófulltikin dekkari, telur sum starvstíð við handilsskipum.

Ert tú ung/ungur, tó minst 18 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.

Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.

Førleikakrøv:

??? Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.

??? Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.

Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

3 teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum.

Tænastustaðið er í løtuni Vørn-Fiskiveiðieftirlitið.

Skrivlig umsókn við: CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi 30. juni 2016 kl. 1200.

Starvið sum ófulltikin dekkari verður sett sum skjótast.

Umsókn skal sendast til : [email protected] ella

Vørn, Yviri við Strond 3, postsmoga 1238, 110 Tórshavn

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

2. MEISTARI TIL V??RN-FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ


Eitt starv sum 2. meistari við skipunum hjá Vørn-FVE, verður hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.

Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir:
???Vaktgangandi maskinmaður sambært ásetingunum frá maskinstjóra.
???Luttaka í dagliga arbeiðinum í maskinrúminum, og rúmum sum beinleiðis hava samband við maskinrúm, umframt rúm har maskinútbúnaður er.
???Fremja viðlíkahaldið sambært viðlíkahaldsskipan.
???Annað fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

Førleikakrøv:
???Vinnubræv sum Skipsmaskinmeistari á 2. stigi. 
???Fyrimunur við 3 ára maskinmeistaraútbúgving.
???Heilsuváttan og trygdarskeið fyri sjómenn.
???Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
???Góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.
???Góð samstarvsevni.
???Aldur og heilsu til at gerast vinnukavari. Fyrimunur men ikki krav.

Setanartreytir:
Lønar- og setanartreytir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið fyri maskinmeistarar/motorpassarar á vaktarskipum. Starvið er tænastumannastarv og lønt í 30. lønarflokki eftir lønartalvuni hjá Tænastumanna-felaginum. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.

Tænastustaðurin í løtuni er Vørn.

Starvsheitið er 2.meistari.

Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Umsóknir:
Skrivlig umsókn við: CV, avrit av prógvum fyri førleikakrøv og møguligum viðmælum, skulu vera Vørn í hendi í seinasta lagi  30. juni 2016 kl. 1200.

Umsóknir skulu sendast til : [email protected]ella

Vørn, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. 

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu, samskipara. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni  www.vorn.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder