Mentan

Trupulleikar við støddfrøði í áravís uttan at verða sædd

...

2014-01-10 17:45 Author image
placeholder

Veikir næmingar detta av í svinginum longu í barnaskúlanum uttan at verða sæddir. Tað er alt ov seint at seta inn við tiltøkum, tá ið næmingar sita og rokna á fingrunum í 10. flokki

Tað heldur Wenche Rønning, granskari, sum hevur verið við til at eftirmeta, hví so nógvir næmingar í Noregi gevast í skúlanum, eftir at teir eru farnir undir eina miðnámsútbúgving. Ny giv er heitið á átaki, ið norska stjørnin er farin undir fyri at fyribyrgja, at so nógvir næmingar fella frá og gevast. Átakið hevur við sær, at veikastu næmingarnir fáa intensiva undirvísing í skriving, lesing og rokning síðsta hálvárið í 10. flokki.

Wenche Rønning og onnur á granskaraliði hennara hava havt samrøðu við næmingar, lærarar og skúlaleiðarar um hesa undirvísingina, ið er partur av Ny Giv, og tey hava eygleitt, hvat hendir í floksstovuni.

Endamálið við Ny giv er sum frá líður at tryggja, at so nógvir næmingar sum til ber gjøgnumføra eina útbúgving. Tað snýr seg um at styrkja kunnleikan hjá næmingunum, økja motivatiónina og trúnna upp á seg sjálv.
-Vit kunnu staðfesta, at bæði næmingar og lærarar eru væl nøgdir við hetta átakið. Næmingarnir siga frá, at teir loksins verða sæddir. Skúlaleiðararnir hava valt út rúmligar og eldhugaðar lærarar, sigur Wenche Rønning, sum sipar til næmingar, ið siga frá, at teir longu í barnaskúlanum mistu takið á rokningini og ongantíð fingu ta hjálpina, teimum tørvaði at koma inn á beint aftur.


-Í 10. flokki sita teir og rokna á fingrunum og skilja ikki brøk, desimal ella prosentir. Vit kunnu spyrja okkum sjálv, hvussu tað ber til, at teir hava kunnað sitið í so nógv ár uttan at verða sæddir. Av lærarunum, vit hava tosað við, siga 62 %, at tað snýr seg um skúlan, at lærararnir hava yvirsæð næmingarnar, at flokkarnir eru ov stórir, at tað ber ikki til at hava eyga við øllum næmingunum, ella at undirvísingin er ov teoretisk og avstrakt, sigur Rønning.


Ny Giv fór lutvíst av bakkastokki í 2011, og á vári í ár vóru allir skúlarnir í Noregi við í hesum átakinum.


Kelda: forsking.no og lararafelag.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder