Vinna

Trúgv starvsfólk á Eldrasambýlinum í Kollafirði

...

2021-03-05 12:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavn.fo:

Eldrasambýlið í Kollafirði hevur nú eini 23-24 ár á baki. Eldrasambýlið og heimatænastan í Kollafirði eru ein samantvinnað eind, og á sambýlinum búgva vanliga 7 búfólk ??? men starvsfólkini veita eisini tænastur til heimabúgvandi fólk í økinum, sum fevnir um 1200-1300 íbúgvar í Kollafirði og Kaldbak.

Umframt røkt og umsorgan veita starvsfólkini eisini tænastur, sum hoyra til eitt vanligt húsarhald. Hetta er millum annað matgerð, klædnavask og at bíleggja vørur.

Heimabúgvandi borgarar kunnu eisini koma á eldrasambýlið at fara í bað og at vaska klæðir, um umstøðurnar heima ikki eru nøktandi. Búfólkini á eldrasambýlinum nýta kommunulæknatænastuna í Kollafirði.

Herfyri blivu hesar fimm røsku, trúgvu og álítandi kvinnurnar á Eldrasambýlinum mintar á, at tær hvør sær hava arbeitt meira enn 10 ár hjá Tórshavnar kommunu.

Frá vinstru eru tær Lis S. Hammer, Jóna H. Durhuus, Vónbjørt B. Jacobsen, Torgerð Dam og Elsa Maria Andreasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder