2021-08-22 18:24
![placeholder](https://jn.fo/index.php/css/img/banner2x1.png)
Tróndur í Gøtu, sum hevur verið á makrelveiðu í altjóðasjógvi norðan fyri Føroyar, fór at sigla inn tíðliga í morgun.
Tróndur í Gøtu hevur 1500 tons umborð, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Støddin hevur verið ymiskt henda túrin. Tað vit fingu fyrst lá støddin um 490 gramm, og fingu vit tað á 68 stigum. Seinna helvtin av lastini fingu vit longri suðri, og var støddin tá 350 gramm, sigur Emil Petersen skipari umborð á Trónda í Gøtu.
Skipini hjá Varðanum fiskað saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald