Vinna

Tróndur í Gøtu skal landa á Faskrúðsfirði

...

2015-04-22 01:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í dag at sigla til Íslands við 2.700 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa á Faskrúðsfirði á Eysturlandinum.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir rokna við at verða á Faskrúðsfirði um middagin í morgin, har teir sleppa framat at landa beinanvegin.

Støddin á svartkjaftinum liggur millum 100 og 105 gramm, men skipini fingu størri svartkjaft vestari á, søgdu teir í kvøld - støddin longri vestri kom uppí 160 gramm.

Eini 35 skip vóru á feltinum sunnanfyri - russisk, íslendsk, norsk og so 5 føroysk skip.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder