2014-10-06 04:26
Tróndur í Gøtu fór í dag at sigla inn av feltinum norðanfyri við 1.700 tonsum av reinum makreli. Teir skulu landa á Tvøroyri, Tróndur verður á Tvøroyri til arbeiðstíð mánamorgunin.
Tróndur í Gøtu hevur hendan túrin samtrolað við Jupiter, teir hava roynt á leiðini 63N og 2V.
Veðrið hevur verið ólagaligt allan túrin.
Tað eru 13 mans við Trónda í Gøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald