2013-11-04 19:55
Tróndur í Gøtu fór í nátt at sigla inn við 1.400 tonsum av sild, sum verður landað á Tvøroyri. Tróndur hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri.
Tað er góð sild skipini fáa, meðalstøddin liggur um 390 gramm - okkurt hál lá støddin omanfyri 400 gramm í meðal.
Tróndur verður á Tvøroyri um 23-tíðina í kvøld.
Í løtuni landar Høgiklettur á Tvøroyri, teir verða liðnir at landa um 19-tíðina í kvøld.
Les eisini: >>Polar Amaroq kemur á Kollafjørð við 1.300 tonsum av sild<<
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald