2014-01-21 03:50
Tróndur í Gøtu og Slættaberg fóru báðir at sigla inn av svartkjaftafeltinum í kvøld.
Tróndur í Gøtu hevur uml. 1.200 tons, teir fara á Tvøroyri við veiðuni, Tróndur verður á Tvøroyri tíðliga í morgin. Jupiter landar á Tvøroyri í løtuni, men teir verða liðnir at landa kl. 1 í nátt.
Slættaberg hevur uml. 600 tons, teir fara á Kollafjørð við veiðuni, teir verða á Kollafirði tiðliga í morgin.
Tað hevur ikki viðrað væl hjá svartkjaftaskipunum tað seinastu vikuna.
Les eisini: Brestir farin á Flemish Cap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald