2015-05-25 20:54
Tróndur í Gøtu fór í morgun at sigla til Íslands við 2.750 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað eystur ímóti hetlendska markinum.
JN. fo tosaði umborð fyrrapartin, vit spurdu hví teir landa í Íslandi - tað er tí at prísurin er betri í Íslandi enn í Føroyum og tá ið vit eru liðnir við kvotuna, so er eingin spilltíð við at fara til Íslands, søgdu teir umborð á Trónda í Gøtu.
Tróndur í Gøtu skal landa til Lodnuvinnsluna á Fáskrúðsfirði, teir verða har um middagin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald