Vinna

Tróndur í Gøtu kemur fullfermdur á Fuglafjørð

...

2015-05-12 03:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt einar 60 fj. suður úr Akrebergi, fór í kvøld at sigla inn við fullari last - uml. 2.600 tons av svartkjafti. 

Tróndur skal landa til Havsbrún í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði í nátt, men sleppa ikki framat at landa fyrrenn mikumorgunin. Í løtuni landar Jupiter og í morgin skal Slættaberg landa til Havsbrún.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, teir søgdu, at svartkjafturin stendur spjaddur á einum stórum øki.

Tróndur í Gøtu hevur verið úti í eina viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder