2015-10-16 15:42

Tróndur í Gøtu siglir inn við 1.300 tonsum av sild, sum teir skulu landa á Tvøroyri, teir verða á Tvøroyri um 16-17 tíðina í dag.
JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan - tað er góð sild teir hava fingið, støddin liggur um 380 gramm. Tróndur royndi á uml. 64N og 5V, har eisini hini føroysku skipini, sum royna eftir sild eru stødd.
Tað er gott veður norðanfyri í morgun.
Les eisini: Fagraberg skal landa sild til Pelagos í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald