Vinna

Tróndur í Gøtu kemur á Tvøroyri við 600 tonsum

...

2014-08-17 01:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu fór í dag at sigla inn av feltinum vestanfyri, teir hava 600 tons av reinum makreli - støddin liggur um 400 gramm. Tróndur hevur hendan túrin partrolað saman við Enniberg.

Tróndur verður á Tvøroyri um 1-tíðina í nátt, teir sleppa framat at landa beinanvegin teir koma á Tvøroyri.

Skipini eru tey flestu stødd í ein útnyðring úr Føroyum - tey leita víða um. Drúgva høgættarveðrið ger, at makrelurin stendur spjaddur. Sagt verður frá liggjandi høgætt alla komandi viku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder