2015-05-02 04:49
Tróndur í Gøtu, sum hevur roynt sunnanfyri, fór í kvøld at sigla inn við 1.500 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri.
Tróndur gjørdi bara 4 tov, sum teir fingu tey 1.500 tonsini burturúr.
Tróndur verður á Tvøroyri um 2-3 tíðina í nátt, teir byrja at landa beinanvegin teir koma inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald