Vinna

Tróndur í Gøtu, Jupiter og Arctic Voyager eru farnir á makrelveiðu

...

2020-08-16 09:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tróndur í Gøtu, Jupiter og Arctic Voyager eru farnir á makrelveiðu, teir loystu í gjárkvøldið og í nátt.

Makrelskipini royna norðalaga á, í morgun eru tey flestu stødd á 66,5N og 3V, har eru Christian í Grótinum og Fagraberg, fleiri grønlendsk, íslendsk, russisk og okkurt norskt og ES-skip.

Gøtunes kom á Tvøroyri í nátt, teir loysa aftur seinnapartin.

Grønlendsku skipini Hoyvík og Tuneq koma til Føroyar at landa, tey verða inni í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder