2015-05-04 19:54
Trolararnir Sjagaklettur, Hamranes og Breiðanes landa í dag í Hvalba.
Sjagaklettur hevur bæði roynt undir Eystur-Grønlandi og her við Føroyar, teir hava tilsamans 100 tons, harav 75 tons er svartkalvi.
Partrolararnir Hamranes og Breiðanes landa 200.000 pund, meginparturin er upsi, teir byrjaðu túr 21. apríl og hava roynt sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald