JN

Tríggir mans endaðu á Klaksvíkar sjúkrahúsið

...

2017-03-12 12:32 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tíðliga í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at nakrir mans vóru farnir til hendurs á einum skeinkistaði á Skálafjørðinum.

Løgreglan fór á staðið fyri at skilja sundur, sigur vakthavandi á politistøðini, sambært portal.fo. Tað endaði við, at tríggir mans fóru á Klaksvíkar Sjúkrahús, har ein varð innlagdur, tí hann hevði fingið heilaskjálvta. Ein útlendingur er tikin og settur fastur í Klaksvík og verður avhoyrdur seinni í dag.

Nakrar aðrar fráboðanir hava verið, har fólk eru farin at berjast, og tað spyrst møguliga okkurt harðskapsmál burturúr, sigur vakthavandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder