JN

Tríggir føroyskir teknifilmar

...

2017-02-26 09:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska felagið Tatanka Sp/f hevur í dag almannakunngjørt tríggjar nýggjar føroyskar teknifilmar, sum serliga eru ætlaðir smærri børnum.

Hetta boðar felagið frá í tíðindaskrivi til Portalin í dag.

Tatanska sigur harundir, at ætlanin við hesum trimum teknifilmunum er, at veðrurin Stúti, lundin Flaksi og haran Fima kunnu verða eitt íkast til føroysk børn - til tess at læra stavraðið, at telja og at læra um litir.

- Nógv føroysk børn eru von við at síggja slíkar teknifilmar á enskum og øðrum útlendskum málum á alnótini. Og tað er ikki óvanligt, at sjálvt smá føroysk børn duga bæði bókstavir, tøl og sangir á t.d. enskum máli

- Vit mettu tí, at stórur tørvur er á føroyskum barnatilfari á alnótini og fóru tí í undir at gera stuttar teknifilmar við føroyskari talu, sigur stigtakarin til hesar teknifilmarnar, Sigfríður á Plógv Hansen, sum er eigari og stjóri í felagnum handan filmarnar.

Sigfríður heldur víðari fyri hesum viðvíkjandi, at...

- Vit almannakunngera tríggjar nýggjar filmar í hesum umfarinum, men ætlanin er, at hetta bara skal vera byrjanin, og vit hava tí hug at halda fram at framleiða slíkt føroyska barnatilfar, um móttøkan verður góð.

Heitini á hesum trimum filmunum, sum nú verða almannakunngjørdir, eru ???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum tølini???, ???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum litir??? og ???Stúti, Falksi og Fima læra tykkum stavraðið???.

Tann eini av hesum trimum ber til at síggja í leinjuni omanfyri (???Stúti, Falksi og Fima læra tykkum stavraðið???), meðan hinir báðir eisini liggja á Youtube.

Sp/f Tatanka varð stovnað í 1999 við tí endamáli at geva føroyskum børnum og ungum møguleikar fyri ymiskum undirhaldi, sum ikki fanst í Føroyum tá. Felagið setti sær sum mál at gerast størsti føroyski veitarin innan undirhald til børn og ung í Føroyum.

- Nýggja tiltakið at geva út teknifilmar til børn hóskar væl til endamálið hjá felagnum, og vit vóna, at móttøkan verður góð, tí hetta er nakað vit hava hug til at gera meira við, sigur Sigfríður á Plógv Hansen, stjóri í felagnum at enda í hesum sambandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder